Fimleikurin útsetir til í morgin

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki, ið skuldi vera í dag, er fyribils útsett til í morgin.

Føroya Fimleikasamband boðar frá, at orsaka av vánaliga veðrinum verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki útsett til sunnudagin 1. februar kl. 13.

Kappingin verður í ítróttarhøllini á Kambsdali. 23 lið hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

 

Feløgini, sum hava meldað til, eru: Flog eitt lið, Støkk sjey lið, Ljósið seks lið og Havnar Fimleikafelag níggju lið.

Kappingin byrjar kl. 13 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkja handan áleið kl.15.30 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.