Fimleikurin blómar og støkkur avstað

Fimleikafelagið Støkk hevur í ár havt fleiri íðkandi limir enn nakrantíð áður.

Við 700 íðkandi limum úr nærum øllum bygdum í Eysturoynni og úr nøkrum bygdum í Norðurstreymoy, má sigast, at felagið stendur í besta blóma.

Á Eystanstevnu fer Støkk at hava fimleikaframsýning seinnapartin sunnudagin, har nógvur góður og fjølbroyttur fimleikur verður at síggja, eins og Silvi og Silvabilurin fara at luttaka.

Liðini, sum luttaka á framsýningina verða fleiri í tali. M.a. fittur barnafimleikur, góður amboðsfimleikur og yndisligur estetiskur fimleikur.

Framsýningin varar í ein tíma, samstundis sum køkutombola verður í gongini í ítróttarhøllini.


Fleiri FM-heiti

Aftur í ár hevur verið kappast í estetiskum fimleiki, og har fekk Støkk sera góð úrslit.

Bæði gentur og kvinnuunglingar gjørdust føroyameistarar og pinkur, smágentur og kvinnur vunnu silvur.

Fleiri gullmerki vórðu eisini vunnin í estetisku steypakappingunum í vetur, so hetta hevur verið eitt sera gott ár fyri estetiska fimleikin í Støkk.

Í apríl mánaði vóru gentur og kvinnuunglingar í Prag og luttóku í altjóða kapping innan estetiskan fimleik. Hetta var ein sera læruríkur túrur fyri hesar ungu fimleikararnar.

Fyrst í juni mánaði luttóku kvinnurnar hjá Støkk í HM í Kanada. Hóast støðið í hesi kapping er sera høgt, megnaðu kvinnurnar at fáa eitt 22. pláss av 27 luttakandi liðum.

Í amboðsfimleiki vann Støkk eitt FM-heiti fyri einstaklingar og tvey fyri lið. Harumframt eru fleiri heiðursmerki vunnin í kappingunum, sum hava verið í vetur.

So sigast má, at felagið hevur nógvar sera dugnaligar fimleikarar. Hetta dugnasemið vísir seg eisini í landsliðshópinum innan amboðsfimleik.

Her mannar Støkk alt kvinnuliðið og landsliðsvenjarin hjá teimum er eisini úr Støkk. Landsliðið luttók í NM í Norra í mai mánaði, og hóast einki heiðursmerki kom burturúr, vóru kvinnurnar væl nøgdar við úrslitið.

Bæði innan estetiska- og amboðsfimleikin hevur Støkk fingið hjálp frá útlendskum venjarum og koreografum. Hetta er sera týdningarmikið fyri menningina innan fimleikin.






Nýggj Støkkhøll

Eitt felag við so nógvum íðkandi limum seta sjálvandi stór krøv til venjingarumstøðurnar.

Arbeitt hevur leingi verið við ætlanunum um eina nýggja Støkkhøll og er nú verulig gongd komin í.

Í nýggju høllini verða sera góðar umstøður til amboðsfimleik, estetiskan fimleik og breiddarfimleik.