Føroya Fimleikasamband setir sjóneykuna á heilsugóðu fyrimunirnir við at íðka fimleik, og vil eggja fólki at gera meira fimleik við hús. Tá korona gjørdi vart við seg her á landi, vóru mest sum allir ítróttarligir aktivitetir steðgaðir, og hóast landið spakuliga aftur er komið upp í ferð, so eru enn avmarkingar at gera ítrótt í størri bólkum.
Fyri at stimbra hugin at íðka fimleik, hevur felagið framleitt nøkur filmsbrot við fimleikaligum avbjóðingum, sum eru bygdar á grundvenjingar, har flest øll kunnu vera við. Komandi vikurnar verða seks avbjóðingar lagdar út á Facebook og Instagram vangarnar hjá Fimleikasambandinum.
Tað skal vera stuttligt og spennandi at taka lut í avbjóðingunum. Tí hevur Føroya Fimleikasamband samstundis eina kapping, har øll, ið frámerkja filmsbrotini við #fimleikurfyriøll,verða við í lutakastinum um eitt serligt rørsluvikuskifti fyri fýra. Vinnarin verður funnin mánadagin 4. desember.
Við filmsbrotunum er gjørligt at íðka fimleik við hús, bæði í felag og sum einstaklingur, uttan mun til aldur og venjingarstøði.
##med2##
##med3##












