Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum vera í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin klokkan 14 og kl 18 Leygardagin verður ítróttarhøllin á Hálsi yvirtikin av fimleikarum í øllum aldri og av ymsum slagi. Fimleikurin, ið sýndur verður fram, er bæði amboðsfimleikur, rútmiskur fimleikur og estetiskur fimleikur, so komið verður víða kring um fimleikin í felagnum.
Talan er nevniliga um árligu fimleikaframsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum, og tær verða tvær í tali.
Tann fyrra er klokkan 14, og her eru tað yngru liðini, ið sýna fram. Yngstu íðkararnir, ið eru við til hesa framsýning eru foreldur og børn, meðan elsta liðið er 3. flokkur gentur. Tó so, øll kappingarliðini ? bæði innan amboð og estetiskan fimleik - hjá felagnum eru eisini við til hesa framsýning, so allir áskoðarar kunnu fáa møguleikan at síggja hesar dugnaligu íðkarar.
Klokkan 18 verður so seinna sýningin, har eldru liðini sýna fram. Her er talan um tey íðkandi í aldrinum frá 3.-4. flokkur gentur, amboð og víðari upp. Eisini her vera øll kappingarliðini við og vísa síni kynstur.
Samanlagt vera 35 framførslur til framsýningarnar, og spenningurin er stórur millum íðkararnar og venjarar, sum endiliga sleppa at sýna fram tað, tey hava vant í allan vetur.










