Sunnudagin var síðsta framsýningin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum á hesum sinni. Frammanundan hesi sýning, vóru tvær eisini væl vitjaðar og góðar sýningar í høllini á Hálsi seinasta vikuskifti.
Hetta var eisini fyrstu ferð, at felagið skipaði fyri eini framsýning í nýggju fimleikahøllini, Fimi, og hetta verður neyvan síðstu ferð.
Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Gundadal at síggja nýggju fimleikaspírarnar og teir meiri vandu íðkararnar. Hóast nøkur lið høvdu verið til kapping allan leygardagin fyri, so setti tað eisini ein serligan dám á sýningina at síggja serliga glaðar gentur, sum komu heimaftur við heiðursmerkjum um hálsin.
Tríggjar stak góðar framsýningar, sum fyriskipararnir eru væl nøgdir við.
Fólk hugnaðu sær og fóru vælnøgd avstað aftur, siga fyrireikararnir í Ljósinum.
Hesin fimleikaveturin hjá Ljósinum er av á hesum sinni, og nevndin takkar hjartaliga fyri allan stuðul, sum verður sýndur felagnum- tað veri seg fyritøkur, handlar, vaksnir íðkarar, avvarðandi og ikki minst foreldur hjá øllum gentunum og øllum dreingjunum, sum íðka fimleik í Ljósinum. Stuðulin heldur lív í felagnum, sum kann halda 40 ára hátíðarhald í 2015, samstundis, sum heimsmeistaraskapurin í estetiskum fimleiki verður hildin í Føroyum.
Felagið hevur tó longu nú eitt spennandi tilboð til gentur og dreingir í aldurbólkinum 4-7 ár.
Í vár verður møguleiki fyri at koma við á fyrireikingarlið til kappingarfimleik, tí mett verður at hetta er ein góður háttur at venja og fyrireika børnini til komandi fimleikaár
Felagið leggur dent á, at undirvísararnir hava viðkomandi útbúgvingar, og hava venjararoyndir í kappingarfimleiki.
Tíðindi verða javnan løgd út, bæði á facebooksíðuni hjá Ljósinum og á heimasíðuni www.ljosid.fo, og har ber eisini til at lesa meir um hetta nýggja og spennandi átakið!