Fimleikaskúli á Hálsi

Fimleikasambandið skipar um vikuskiftið fyri ársliga fimleikaskúlanum. Hesin verður í høllini á Hálsi í Havn, og er tiltakið ætlað børnum, sum ganga í 1. til 5. flokki.

Talan er um tveir skúlar, og byrjar tann fyrri av hesum klokkan 8.30. Seinni skúlin byrjar klokkan 14.30. Tilmelding fer fram hjá Fimleikasambandinum, og er kostnaðurin 200 kr. fyri hvønn næmingin.

Skúlin er fyri øll, bæði roynd og óroynd. Endamálið við skúlanum er at vaksa um áhugan fyri fimleiki millum børn og at geva teimum eina góða og stuttliga uppliving. Tey sleppa at royna ymisk reiðsskapsamboð, at leypa á air-track o.a. Venjarar og hjálparar á skúlunum verða millum onnur okkara kvinnu- og manslandslið í fimleiki.