Fimleikur
Á havsins botni dag og nátt har er so góður friður. Soleiðis er tað í øllum førum í sanginum um stórhvalagildið, men friðurin var úti, tá fimleikafagnaðurin varð hildin í Norðuralandahúsinum.
Fjølbroyttar verur
Evnið at lýsa hesa ferð var nevnliga havbotnurin, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey fýra luttakandi feløgini høvdu lagt stóra orku í, soleiðis at evnið kundi lýsast á bestan hátt.
Krabbar, ternumurtar, igulker, kavarar, havfrýr og so sjálvandi stórhvalurin vóru sjálvsøgd evni í framsýningunum, sum eisini rúmaðu eina rúgvu av øðrum ímyndum, umframt ? sjálvandi ? fimleikin, sum jú var sentrum í øllum framførslunum.
Tá dómararnir um hálvgum átta tíðina sunnukvøldið høvdu gjørt sína niðurstøðu, var tað Støkk, sum stóð eftir sum vinnari. Hetta var suim so eisini uppiborið, men størsti vinnarin av øllum var uttan iva fimleikurin. Eina staðni millum 300 og 400 luttakarar vóru til tiltakið, og saman framdu tey eitt show av teimum heilt stóru. At lýsa framførslurnar í orðum, vildi helst verið ein alt ov rúgvusmikil uppgáva, og tí má tað sigast at vera stórt spell, at Sjónvarpið ikki er til staðar til eina slíka hending. Ein hending, har Sjónvarpið er einasti miðilin, sum til fulnar kann lýsa framførslurnar, soleiðis at hyggjarin onkursvegna kann verða drigin við í hendingarnar og søgugongdina.
Fýra sjónleikir
Tí tað vóru nevnliga í veruleikanum fýra sjónleikir, sum vórðu framførdir. Hvørt av teimum fýra feløgunum hevði gjørt sína egnu søgu, sum tey so royndu at lýsa við rørslum, ljóði og ljósi. Onkrar teirra vóru dramatiskar, aðrar meira ævintýrakendar meðan upp aftur aðrar vóru meira ein staðfesting av evninum. At lívið á havbotninum er fjølbroyttari, enn vit aloftast geva okkum far um.
Júst hetta fjølbroytni í framførslunum var eisini nakað, sum dómarapanelið legði stóran dent á, tá tey at enda skuldu boða frá, hvør vinnarin var. Hyggjararnir ferðaðust í ein tíma úr einum heimi í annan, tó at evnið alla tíðina var hitt sama.
Skal nakað takast frá í samlaðu avrikunum, so má tað tó vera, at hóast fjølbroyttar framførslur, so gerst tað kanska í so einstáttað hjá áskoðarunum, tá fjórða og seinasta liðið fyri fjórðu ferð gevur ímyndina av tarabløðum, krabbum ella stórhvalum. Tað fær kanska valla verið øðrvísi, tá kappingin er skipað, sum hon er, og tó at tað helst vildi gjørt uppgávuna hjá dómarunum enn torførari, so kundi tað verið stuttligt, um líknandi tiltak kundi verið fyriskipað við einum sjálvvaldum evni fyri hvørt fimleikafelagið sær.
Fimleikurin í sentrum
Sum nevnt, so gjørdist tað Støkk úr Runavík, sum varð kosin sum vinnari. Tað var helst eisini alla tíðina væntandi, at vinnarin for at gerast annað av størru feløgunum, har spennið í íðkarunum er væl størri enn hjá teimum báðum smærru, Flog og Ljósinum. Men tó at spennið var somikið stórt, so var størsta plussið hjá Støkk ivaleyst, at tey megnaðu at hava eina javna søgugongd, har tú lættl og ruddiliga varð førdur ígjøgnum leikin, uttan at tú nakran tíð var í iva um, júst hvat gekk fyri seg.
Og so hevði Støkk helst eisini størstu elementini av fimleiki í sínari framførslu. Fimleikurin var jú sjálvsagda sentrumið í dømingini, og tó at visuellu effektirnar vóru kraftigari hjá eitt nú Havnar Fimleikafelag, so høvdu hesar effektir og ymsu hjálpitólini alla tíðina eitt fimleikaligt endamál hjá Støkk. Og so mundu tey eisini vinna nakað við ljóðvalinum, har tey millum annað høvdu eina nýggja samanseting av tónunum frá stórhvalagildinum,
Men tað vóru so avgjørt ikki bert tey stóru feløgini, sum høvdu æru av tiltakinum. Tó at framførslurnar hjá hinum báðum restaðu spennið, sum stóru feløgini hava, so prígvaðu eisini tey, at við rætta hugfloginum ber eisini til at røkka heilt langt. Ævintýra kendi leikurin hjá Flogi leiddi áskoðararnar mest sum droymandi ígjøgnum korterið, sum framførslurnar vardu, og blaðungu fimleikararnir og leiðararnir hjá Ljósinum impneraðu eisini við sínari kompleksu samanseting av havbotninum. Ein samanseting, har tey sum tey einastu, eisini høvdu givið gætur, at havbotnurin er annað enn tað lív, sum har er. Eitt nú at menniskjan sjálv er við til at seta sín dám á hetta við eitt nú undirsjóvartunnlum.
Sum sagt, so var tað tó fimleikurin, sum gjøgnumgangandi stóð í sentrum, og tað var eisini fimleikurin, sum stóð sum stóri vinnarin, tá alt var av. Áskoðararnir fingu sjón fyri søgn, at vit í Føroyum hava eitt ríkt fimleikalív, har rúm er fyri øllum, og tað er væl eisini tað, sum er fremsta fortreytin fyri einum slíkum tiltaki.