|
Tað var hin 4. juli, at nýggja fimleikarhøllin við Løkin í Runavík varð reist.
Dagurin varð hildin við, at býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina fingu eina rundvísing á byggiplássinum.
Eftir rundvísingina varð farið oman á Sjókafé’ina, har Runavíkar kommuna bjóðaði arbeiðsfólkinum í reisigildi.
Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug fyrst í komandi ári og soleiðis, sum arbeiðið hjá Búsetur gongur, bendir alt á, at hetta fer at halda.
Síðan høllin varð reist, hevur verið arbeitt við at inniloka hana og soleiðis, sum henda myndin vísir, sær høllin út í dag.
Tað var Birgir W. Høgnesen, sum var við Løkin í Runavík í dag og tók hesa myndina.
- Fimleikarhøllin er eitt stórt byggiverk við øgiligum nøgdum av tilfari. Sperrurnar eru óvanliga stórar og sverar. Nú verður arbeitt við at inniloka høllina.
|