Fimleikarar heiðraðir í Havn um eina løtu

Um eina løtu verður móttøka fyri fimleikarunum, sum vóru á oyggjaleikunum.

Flogfarið við oyggjaleikafólkunum hevur akkurát seg í Vágum og so fara fimleikararnar til Havnar, har móttøka verður í Fimi, tað er Føroya Fimleikasamband, sum skipar fyri.

 

Men tey leggja afturat, at oyggjaleikafólkini eru móð og troytt eftir eina drúgva ferð og tískil verður móttøkan stutt.

 

Fimleikurin var tann ítróttargreinin, har føroyingar stóðu seg best við tað, at vit fingu heili 15 heiðursmerki í fimleiki, fýra gull-, seks silvur- og fimm bronsumerkjum.

 

Samanlagt endaðu Føroyar nummar sjey av øllum londunum við tilsamans 36 heiðursmerkjum, 10 av gulli, 12 av silvuri og 14 av bronsu.

 

Hetta er avgjørt góðkent, tá ið hugsað verður um, at stórir, føroyskir heiðursmerkjaslúkar sum svimjing, bogaskjóting og judo, slett ikki var við

 

Vinnarin hesaferð var Isle of Man við 36 gull-, 36 silvur- og 25 bronsumerkjum, og vertirnir av Bermuda blivu næstfremstir við 27 gull-, 18 silvur- og 31 bronsumerkjum, og Jersey var nummar trý við 23 gull-, 29 silvur- og 28 bronsumerkjum.

 

Undir myndasavn longur niðri á síðuni, er ein ørgrynna av myndum av oyggjaleikunum.