Í fimleikahallunum í Havn og Runavík hevur nógv virksemi verið seinastu tíðina, hóast fimleikaárið hjá teimum flestu er liðugt. Saman við tveimum landsliðsvenjarum eru tilsamans 11 fimleikarar í ferð við fyrireikingarnar til fimleikaoyggjaleikirnar, sum verða á Isle of Man um stutta tíð. Fimleikararnir venja umleið tríggjar tímar hvørja ferð, fimm ferðir um vikuna. Landsliðsvenjararnir eita Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen, og tey eru sera spent at fara avstað.
Ætla at skriva søgu
-Vit hava sera góðar vónir til menninar, sigur Eyvind Akraberg Hansen. Til seinastu oyggjaleikirnar vunnu vit nógv heiðursmerki, og í ár ætla vit okkum at skriva føroyska fimleikasøgu og vinna liðkappingina hjá monnunum fyri fyrstu ferð. Harafturat hava vit eisini góðar vónir til hinar kappingarnar. Hjá kvinnunum hava Bermuda seinastu árini verið ótrúliga sterkar sammet við hini londini, so tað verður kanska torført at gera nakað við tær, men vit hava serliga góðar vónir til bundnu kappingina, sum vit halda okkum kunna vinna, leggur Eyvind Akraberg Hansen afturat.
Landsliðini tikin út
Tilsamans 11 fimleikarar manna landsliðið, sum skal til Isle of Man – fimm á manslandsliðnum og seks á kvinnulandsliðnum. Fimleikararnir eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk.
Liðini, sum føroysku fimleikararnir fara at kappast ímóti, eru m.a. frá Isle of Man, Jersey, Ynes Mon, Bermuda og Álandi.
Tilsamans 15 fólk verða í føroyska ferðaliðinum. 11 fimleikarar, tveir venjarar, ein fysioterapeutur og ein ferðaleiðari. Føroysku fimleikararnir fara avstað 13. juli og verða heima aftur 21. juli.










