Havnar Fimleikafelag hevur leingi arbeitt við tankanum um, at hava eina øðrvísi fimleikaframsýning. Eina framsýning har áskoðararnir fáa eina góða uppliving frá byrjan til enda. Norðurlandahúsið hevur teir røttu karmarnar til eitt tílíkt tiltak, og tá húsið stóð HF í boðið, var tíðin komin at fara til verka.
Tey luttakandi fimleikaliðini á Fimleikalistini eru funnin á árligu framsýningunum hjá Havnar Fimleikafelag, kryddrað við forvitnisligum og fantastiskum rørslum. Eitt nú verða fleiri av kappingarliðunum við, sum fara at vísa flottar seriur og fantastisk lop. Á sýningunum møtist eisini tann góði gamli fimleikurin við kulum hip-hop dansi.
Við Fimleikalistini vónar Havnar Fimleikafelag, at almeningurin fær eyga á, hvussu nógv fimleikurin í Føroyum hevur ment seg seinastu árini, og á henda hátt varpa ljós á fimleikin og listina, sum tað í veruleikanum er.
Einans tvær sýningar verða. Tann fyrra verður leygardagin 31. mars kl. 15.00 og tann seinna kl. 18.00. Atgongumerkini fáast til keyps í kunningarstovunum í Havn, Runavík, í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin er kr. 125 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn.
Havnar Fimleikafelag