Fimleikalandslið til Oyggjaleikir

Føroyska landsliðini hjá monnum og kvinnum fara í døgunum 16 juli til 20 juli at vera við á fimleika-Oyggjaleikunum. sum verða á Isle of Man í næstu viku Tá boðini hoyrdust fyri 2 árum síðani, at eingin fimleikur skuldi vera á Oyggjaleikunum á Rhodos, vóru fimleikarar ikki sørt ørkymlaður og vónbrotin

- Men so var einki annað at gera enn at gera okkara egnu oyggjaleikir, sigur fimleikafólk í tíðindaskrivi.

Oyggjaleikirnir fyri fimleikin, verða á Isle vera of Man, í døgunum 16 ? 20 juli.

Mánadagin verður liðkapping í bundnum serium. Tá verður bert kappast á gólvið og lop um hest.

Mikudagin verður einstaklingakapping í bundnum serium. Tá verður kappast á bita, lop um hest, á gólvinum og í forskotnari barr. Føroyska landsliðið luttekur ikki í forskotnari barr.

Fríggjadagin er seinasti kappingardagur og verður tá einstaklingakapping í fríum serium. Tá verður eisini kappast á bita, lop um hest, á gólvinum og í forskotnari barr. Her luttekur Føroyska landsliðið heldur ikki í forskotnari barr. Føroyar hava bæði menn og kvinnur við á leikunum.

Londini sum luttaka hesu ferð eru, Jersey, Isle of Man, Ynes Mon, Áland, Føroyar og Bermuda.