Fimleikakapping á Kambsdali

Leygardagin og sunnudagin skipar Fimleikasambandið fyri kapping í reiðskapsfimleiki

Føroya Fimleikasamband boðar í tíðindaskrivi frá, at kapping í reiðskapsfimleiki fyri yngru bólkarnar verður á Kambsdali um vikuskiftið. Kappingin verður hildin á Kambsdali, og verður kappast í tveimum bólkum hjá ávíkavist gentum og dreingjum, soleiðis at talan er um fýra kappingar tilsamans. Talan er um aldursbólkarnar 9-11 ár og 12-13 ár.

Kappingin er býtt sundur soleiðis, at leygardagin verður liðkapping, har luttakandi liðini eru Havnar fimleikafelag, Støkk av Glyvrum, Fok úr Gøtu og Ljósið úr Havn.

Sunnudagin verður einstaklingakapping við luttakarum úr somu feløgum. Umleið 70 luttakarar eru við í kappingunum teir báðar dagarnar.

Kappast verður í lopi, gólvíðkan, á bita og í ringum. Serliga tykist áhugin at vera stórur fyri gólvíðkanunum, har framburðurin hevur verið sera stórur, síðani nýggja fimleikagólvið varð tikið í nýtslu fyri trimum árum síðani.