Fimleikahøll til tíðina

3. november varð spakin settur í við Tórsvøll til nýggju fimleikahøllina í Havn. Arbeiðið er sett at taka 18 mánaðir, og enn gongur alt eftir ætlan

Nú er slutt við føgrum orðum. Nú er verulig gongd komin á bygging av nýggjari fimleikahøll í Havn, nakað, sum bíðað hevur verið eftir í áratíggju.

3. november í fjør varð spakin settur í uppi við vestara enda av Tórsvølli, og nú gongur arbeiðið sum eftir ánni.

- Spakin var gamaní settur í fyrst í november, men arbeiðið er ikki veruliga farið í gongd fyrr enn nú í nýggja árinum. Teir hava so nýtt tíðina fram til 1. januar at etablera arbeiðsplássið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Talan verður um kollveltandi betringar fyri fimleikin í høvuðsstaðnum, tá høllin um hálvt annað ár verður klár at taka í nýtslu. Talan verður um umstøður, sum lúka altjóða krøv, og fasilitetirnir verða í topp.

- Høllin verður býtt upp í tríggjar hallir, men veggirnir kunnu flytast, so talan verður um eina stóra høll. Trý rútmisk gólv verða og ein permanent reiðskapshøll. Flytbar áskoðarapláss verða eisini við plássi til 416 áskoðarar, umframt onnur áskoðarapláss, so samlaða áskoðaratalið fer at liggja um 500, sigur borgarstjórin.

 

Ítróttadepil

Nýggja fimleikahøllin kemur at liggja mitt í ítróttaøkinum í Gundadali við svimjihøllini, ítróttahøllunum og fótbóltsvøllunum sum nærmastu grannum.

Ætlanin er, at bygningurin skal fella væl inn í landslagið, og á síðuni,m sum vendir út móti Tórsvølli, skulu áskoðarapláss gerast. Somuleiðis skal gerast ein pallur út móti Tórsvølli, sum skal kunna nýtast til ymisk tiltøk, sum tikl dømis konsertir og framsýningar.

Eystursíðan verður í tveimum hæddum við einari balkong, har síggjast kann út yvir tær tríggjar hallirnar. Vestan fyri høllina er ætanin – tó ikki í fyrstu syftu – at gera eina atgongumerkjasølu, sum samstundis skal vera café.

Tað eru tvey fimleikafeløg í Tórshavn, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið.

MT Højgaard stendur fyri byggingini.