Fyrst á skránni er fimleikafelagið Støkk, sum hevur allar sínar framsýningar í ítróttarhøllini í Runavík. Liðini eru mong í tali, tí felagið stendur í vøkstri og hevur nú 650 íðkandi limir, so av tí sama verða ikki færri enn tríggjar framsýningarnar í ár.
Tann fyrsta verður í annaðkvøld klokkan 18, tá børn undir skúlaaldur vísa síni kynstur. Hildið verður so fram leygardagin og sunnudagin, báðar dagar klokkan 15, og tá eru liðini eitt sindur meira blandað. Nærri skrá fyri dagarnar sæst á heimasíðu felagsins, www.stokk.net.
Støkk hevur nógvan og fjølbroyttan fimleik at vísa fram, so sum foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini frá 1. til 10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningum verða merki og ídnisprógv handað, og allar dagarnar verður eisini skipað fyri páskareggjatombola.
Fyllir 100 í ár
Havnar Fimleikafelag, sum herfyri gjørdi bart í steypakappingunum í estetiskum fimleiki, hevur eisini nógvar fimleikarar, einar 1.200 í tali, umframt at felagið seinni í ár kann halda sín 100 ára stovningardag.
Eisini í Havnar Fimleikafelag legst aftrat alla tíðina, og nú talið á íðkandi er so stórt, hava tey valt at hava fýra framsýningar tilsamans. Tríggjar av teimum verða leygardagin og tann fjórða mánakvøldið.
Framsýningarnar eru deildar upp soleiðis, at leygardagin klokkan 10 eru tað smærri børn, eitt nú øll liðini við børnum undir skúlaaldri, sum sýna fram. Klokkan 13.30 eru tað eisini børn, sum sýna fram, eitt nú øll lið við børnum frá 1. til 3. flokk. Og klokkan 17 eru tað ung, eitt nú øll lið við ungum frá 4. til 6. flokk, sum sýna fram sín dugnaskap. Mánakvøldið klokkan 19 verður so framsýning við teimum vaksnu, frá 7. flokki og eldri. Nærri skrá sæst á heimasíðu felagsins, www.hf.fo.
Til allar fýra fimleikaraframsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag verða framførslur við kappingarliðum í reiðskapi og estetiskum kappingarliðum, og harumframt verða merki og ídnisprógv handað fimleikarum eftir hvørja framsýning.