Fimleikaárið er farið at halla, og Havnar Fimleikafelag endar árið við tveimum framsýningum.
Nú várið er á veg, fara fimleikafeløgini kring landið at sýna fram tað, tey hava vant í vetur. Størsta fimleikafelagið í landinum Havnar Fimleikafelag fer, sum vant, at hava tvær framsýningar.
Í vetur hava einir 1200 fimleikarar íðkað fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, bæði rútmiskan fimleik og amboðsfimleik, og tilgongdin veksur hvørt ár. Sjálvt um tað eru flest gentur, sum gera fimleik, eru dreingirnir eisini komnir fyri seg, og tað er at fegnast um. Veturin hjá Havnar Fimleikafelag hevur í ár verið serligur, við tað at felagið fylti 90 ár í desember 1999. Í hesum sambandi skipaði felagið fyri eini gallasýning í Norðurlandahúsinum í desember í fjør, sum bæði felagið og áskoðararnir vóru sera væl nøgdir við.
Av tí, at fimleikararnir eru so nógvir í tali, verða tvær sýningar, ein við yngru liðunum og ein við eldru liðunum. Fyrra sýningin verður leygardagin 1. apríl kl. 16:00. Á hesi sýningini fara vit at síggja tey 3 til 9 ára gomlu, umframt hesi liðini, verða eisini tey yngru grand prix liðini hjá felagnum, pinkurnar og smágenturnar. Seinna sýningin verður mánakvøldið 3. apríl kl 19:00 og her fara vit at síggja eldru barnaliðini og vaksnamanna liðini.
Til báðar framsýningarnar verða ídnaðarprógv og nálir handaðar. Ídnaðarprógv fáa tey, sum hava møtt best og eru ídnast á sínum liði. Tað er ikki óvanligt, at fleiri á einum liði kvalifisera seg til eitt ídnaðarprógv, og í slíkum førum verður lutakast. Teir fimleikarar undir 14 ár, sum eru við í lutakastinum um ídnaðarprógv, men ikki fáa tað, fáa ein vatndunk, sum Havnar Fimleikafelag stendur á. Hesir dunkar vera eisini til sølu á báðum sýningunum, fyri einans 50,- krónur. Ein fimleikari, sum einaferð hevur fingið eitt ídnaðarprógv, kann ikki fáa eitt aftrat. Fimleikafelagið letur eisini 5 -, 10- og 15 árs nálir.
Ein trupulleiki, sum ofta er, tá ið fimleikaframsýningar eru, er at tað tekur langa tí at fáa amboðini fram og beina tey burtur aftur, alt ov ofta verða ov langir steðgir millum liðini. Henda trupulleika hevur Havnar Fimleikafelag roynt at gjørt nakað við. Leiðararnir hava arbeitt nógv saman, um at skipa sýningina til eina heild uttan óneyðugar steðgir. Hvussu hetta fer at eydnast, fáa vit at síggja í Høllini á Hálsi leygardagin 1. apríl kl 16:00 og mánakvøldið 3. apríl kl 19:00. Kostnaðurin til sýningarnar eru 70,- kr fyri vaksin og 10,- kr fyri børn.










