Fimleikafelagið Ljósið sýnir fram

Eins og tjaldrið eru árligu framsýningarnar hjá fimleikafeløgunum boð um, at várið er í nánd.

Eins og tjaldrið eru árligu framsýningarnar hjá fimleikafeløgunum boð um, at várið er í nánd. 

Í ár verða tvær sýningar hjá Fimleikafelagnum Ljósið. Børn, ung og vaksin hava vant dúgliga hetta fimleikaárið og gleða seg at sýna fram.

Sunnudagin 15. mars kl 15 í Fimi
- har øll amboðsliðini og eldru estetisku liðini sýna fram 
 
Týskvøldið 17. mars kl 18 í høllina á Hálsi
- har yngstu børnini, rútmuliðini, tey estetisku liðini og úrvalsamboðsliðini taka lut.

Stuðulsfelagið skipar fyri páskatombola, so góður møguleiki verður at fáa fyrstu páskareggini í hús í góðari tíð :0) 
 
Fimleikafelagið Ljósið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til sýningarnar, har høvi verður at taka lut í einari stuttari felagsupphiting og soleiðis koma í røttum fimleikahýri.