Fimleikafagnaðurin avlýstur

Mynd: Haldur Suni Johansen

Føroya Fimleikasamband boðar nú frá, at fimleikafagnaðurin, sum upprunaliga skuldi vera í oktober 2021, og síðani bleiv útsettur til februar 2022, er endaliga avlýstur.

 

– Orsøkin er koronastøðan í Føroyum, og tey tilmæli sum eru galdandi, sigur Fimleikasambandið, sum metir, at skilabest er at avlýsa fimleikafagnaðin hesaferð.

 

Næsti fimleikafagnaður verður tí á heysti 2023.

Tey siga eisini, at kunning um endurrindan av atgongurmerkjum verður send umvegis Norðurlandahúsið.

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Haldur Suni Johansen

Mynd: Haldur Suni Johansen

Mynd: Haldur Suni Johansen