Fimleikafagnaður um vikuskiftið

Norðurlandahúsið verður um viku­skiftið karmur um Fim­leika­fagnaðin 2011, sum er ein kapping millum øll fimleikafeløgini í land­inum, har hvørt felag fær eitt korter til at lýsa eitt evni við fimleikarørslum. Vanliga er eitt evni ásett, sum øll feløgini skulu halda seg til, men hesa ferð er evnið frítt.
Undanfarin ár hava feløgini havt møguleika fyri at komið við 100 fimleikarum í part, men í ár er talið hækkað upp í 120, og er hetta sjálvandi kærkomið hjá serliga teimum størru feløgunum, ið hava nógvar virknar limir.
At evnið er frítt hesa ferð, sum tað annars ongantíð hevur verið fyrr, hevur givið feløgunum fríar teymar í fyrireikingunum, og tí er eisini stórur spenningur undan kappingini í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, hvussu tey ymsu feløgini eru farin undir hesa øðr­vísi uppgávuna.
Tilsamans verða fýra sýningar, í morgin klokkan 15 og 17 og sunnu­dagin klokkan 15 og 18. Á sein­astu sýningini, sunnudagin klokk­an 18, sum longu er útseld, verð­ur vinnarin kosin.