##med2##
Tað verður ein kongaligur fagnaður í Norðurlandahúsinum 25. og 26. januar, tá umleið 400 fimleikarar vera við í ársins Fimleikafagnaði.
Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Havnar Fimleikafelag.
Felagið skal vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evnið, ið er ”kongaríki”. Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.
Í alt eru tríggjar sýningar. Ein verður leygardagin og tvær verða sunnudagin. Á seinastu sýningini sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur.
Tað er eitt dómaratoymi við fólkum frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum, sum avgera hvør vinnur.
Í fjør vann Fimleikafelagið Ljósið. Tá var evnið ”ætt”.