Blaðunga Birita Debes úr Rituvík, sum setti nýtt føroyskt junior met í 50 metrar ryggsvimjing sunnudagin, svam ikki bara um vikuskiftið. Leygardagin luttók hon nevniliga eisini í Føroyameistarakappingini í fimleiki fyri lið, har hon umboðar Støkk í kvinnuunglingum. Bara eitt lið var í hesi kappingini, so tað var ikki beinleiðis torført at vinna, men tað er onki at ivast í, at Birita Debes hevur ov mikið at gera við ítróttini.
Tíðindi









