FIMFF: Evnið í ár verður "Black Lives Matter"

Hetta er fjórða árið á rað, at Faroe Islands International Minority Film Festival, eisini kallaður FIMFF, verður í Tórsgøtu

Í ár verður FIMFF 24.-27. juli, og nakað av skránni bleiv avdúkað í dag. Hóast festivalurin vegna korona verður minni enn undanfarnu árini, lova fyriskipararnir, at hann verður líka áhugaverdur og viðkomandi við hágóðsku spæli- og heimildarfilmum sum altíð.  

Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum tann 24. juli kl. 19.30. Tá verður biograf-útgávan av ‘Kampen om Grønland’ sýndur og leikstjórin, Kenneth Sorento, verður til staðar at greiða frá og svara spurningum. 

– Vit broyttu evnið fyri festivalin í ár til Black Lives Matter, hóast vit hava havt tað fyrr, tí vit mettu evnið at vera enn meiri viðkomandi nú eftir allar hendingarnar í USA og mótmælini móti rasismu kring allan heim, sigur Nadia Abraham, stovnari av FIMFF.

– Afturat tí, viðgera og kunna vit um tvørkynd bæði við filmum og framløgum. FIMFF leggur nevnliga dent á, at vera so fjølbroyttur festivalur sum gjørligt við bæði at sýna filmar, hava framløgur og undirvísing um ymisk viðkomandi evni. 

Nadia Abraham fortelur víðari:

– Eitt nú kann eg nevna framløguna við Mary C. Namagambe, ‘Tann óhøgliga samtalan’ um tann ‘hvíta veikleikan’ og hvussu vit kunnu gerast meiri tilvitað um rasismu í gerandisdegnum, greiðir Nadia frá.

– Mary, sum er fødd í Uganda og uppvaksin í Danmark, hevur nógvar royndir við arbeiðnum at bøta um umstøðurnar hjá afrikonskum danum og kvinnum í Uganda, sigur Nadia, sum heldur, at hetta er ein fyrilestur, vit føroyingar kundu lært nógv av.  

Børnini fáa eisina sína føstu sýning í Norðurlandahúsinum.

– Tó vera færri pláss enn undanfaru ár, men vit lova ein stuttligan film við ‘Ellevilde Ella’ og fáa børnini eisini bomm sum vant, sigur Nadia. 

– Hetta er bara nakað av tí, sum verður at síggja og uppliva á FIMFF í ár, sigur Nadia Abraham.