Filskit er maskottur

Maskotturin til Oyggjaleikirnar í Hetlandi er ein hestur, sum eitur Filskit. Hann kann síggjast á skeltum kring oyggjarnar, har hann íðkar ymiskar ítróttargreinar. Maskotturin er teknaður av lokala listarmanninum Stevie Gordon ella »Smirk«, sum hann verður kallaður. Navnið á maskottinum sipar til, at hann er frískur  frisky  og í góðum lag.