Filosofiskar barnabøkur

Marjun Syderbø Kjelnæs fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fyri sínar filosofisku barnabøkur "Hvør fjalir seg í postkassanum?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?"


Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis:

Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnes hevur við bókunum "Hvør fjalir seg í postkassanum?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?" bjóðað einum forvitnum lesaraskara av. Børnum dámar hesi spurnarheiti, ið leggja seg upp at eini spennandi søgugongd.

Marjun skrivar við hendinga góðum hugflogi. Hon er á tremur við góðum, stuttligum og spennandi frásøgnum. Hon lýsir og menniskjansger lítlar verur ella pinkur, ið fjala seg, hóast tær eru komnar higar heilt av Jamaika. Pinkur kunnu eisini vera við til at gera mun og loysa gerandistrupulleikar.

Boðskapurin í bókunum hevur ein farra av filosofi, sum er sera beinrakin. Marjun Syderbø Kjelnæs er ein fongur í barnabókmentum okkara. Beinraknu søgurnar um pinkuverur eru væl funnar uppá.