Arbeiðið at gera dokumentarfilm um listakvinnuna Ruth Smith hevur verið í gongd í nøkur ár. Herfyri var filmsætlanin millum tær filmsætlanir, ið fekk styrk frá mentamálaráðnum.
Á facebook hevur ætlanin eina síðu har fylgjast kann við ætlanini. Farið verður undir síðstu upptøkurnar og klippiarbeiðið er so eftir.
Ruth Smith var listakvinna, ættað úr Vági. Hon lærdi í Danmark, men saman við danska manni sínum flutti hon seinni aftur til Vágs. At fáast við list burturav og at vera kvinna, var kanska ikki tað lættasta í Føroyum tá í tíðini, og kensluborin, sum hon var, so merkti hon eisini hetta.
Hóast royndur havsvimjari, so varð hon funnin deyð á sjónum. Ruth Smith verður mett sum ein av fremstu coloristum í føroyskari málningalist.
Fylgjast kann við filmsætlanini her: