Filmurin NINA: Avtabuisering og førleikamenning

Seinastu vikurnar hevur fólkatalið í Mikladali á Kallsoynni verið fleirfaldað í mun til vanligt. Avhaldshúsið hevur verið kantina, skúlin hevur verið framleiðslukontór og summarhúsini hava verið full í kreativum og arbeiðsomum filmsfólkum. Orsøkin til nógva virksemið í Mikladali seinastu tíðina er spælifilmurin NINA, sum Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnað.

 

 

Úr hálvum juli til miðjan august hava tey á leið 20 filmsfólkini arbeitt tað mesta av hvørjum samdøgri við at fáa 70 senur í kassan. Samanlagt verða tær til spælifilmin NINA.

 

 

Umframt, at filmurin tekur støðu til ein viðkvæman samfelagstrupulleika, setir verkætlanin eisini førleikamenning innan filmslist á breddan.

 

 

– Eg havi allatíð hugsað um NINA sum útbúgvingin hjá mær, og tað gongur eisini aftur sum eitt konsept í allari verkætlanini, at vit skulu øll læra nakað av hesum og gerast betri til tað, sum vit gera, greiðir hon frá.

 

 

Ætlanin hjá framleiðarunum er at senda filmin á altjóða festivalar í vón um at promovera bæði NINA sum film og Føroyar sum filmsland.

 

 

– Føroyar hevur nakrar fantastiskar filmsligar gávur, tí her er so vakurt. Tað vilja vit vísa restini av heiminum, tí tað kann vónandi skapa vøkstur og menning innan filmslist her heima, bæði um altjóða framleiðslur koma hendanvegin og um føroyskir filmspírar sleppa uppí part, tá ið filmar verða gjørdir í Føroyum, so kann tað jú menna umhvørvið og vinnuna uppaftur meira, sigur Maria Maria Winther Olsen.

 

 

Fíggjarkarmarnir um verkætlanina liggja um eina millión krónur, og hetta setur stór krøv til bæði hugflog og vælvild, greiðir hon frá.

 

 

– Í Danmark sigur man per definitión, at ein filmur fyri minni enn seks milliónir er low-budget, so okkara fíggjarætlan skal síggjast í hesum høpi, sjálvt um ein millión eisini eru nógvir pengar, sigur Maria. Saman við stuðli úr filmsgrunninum er ein stórur partur av fíggingini komin úr Klaksvíkar kommunu, sum stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum.

 

 

– Stuðulin úr Klaksvíkar kommunu hevur gjørt, at verkætlanin yvirhøvur er blivin veruleiki. Pengarnir hava stóran týdning, men eisini øll hjálpin og góða móttøkan, vit hava fingið í mun til umstøður, lán av rekvisittum og hjálp yvirhøvur hevur verið kærkomin, tí uttan alt hetta høvdu vit ongan veg komið, greiðir Maria frá. Hon leggur afturat, at trongu fíggjarkarmarnir eisini seta krøv til hugflogið og effektivitetin á framleiðsluni, og at hetta trýstir filmsliðið til at avrika væl hvørja løtu av degnum, tí hvør tími er dýrabarur.