- Um fólk sita í hálvan annan tíma og síggja náttúrumyndir úr Føroyum, verður hetta ein góð lýsing allastaðni, filmurin verður vístur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Talan er um filmin Sonur Fuglaveiðumansins, sum sviarnir Richard Hobert, Anders Birkeland og Göran Lindström fara undir at taka upp í Føroyum í apríl.
Les eisini: Siga frá ógvusligum veruleika í Føroyum
Tað er Visit Faroe Islands, sum hevur veitt filmsverkætlanini stuðul frá føroyskum myndugleikum. Guðrið Højgaard sigur, at so skjótt hon hoyrdi um verkæltanina, vildi hon vera við í henni.
- Hetta var heilt afturi í 2012. Tá var tað eingin, sum tosaði um at gera útlendskar filmsupptøkur í Føroyum. Tí ljóðaði hetta so spennandi. Nú er sjálvandi nógv broytt, men eingin ivi er um, at hesin filmurin kann gerast ein góð lýsing fyri Føroyar, sigur hon. Og hon dylur ikki fyri, hvat endamálið við stuðlinum úr Føroyum er.
Les eisini: Nýtt lív í gamla flogvøllin
- Her er bara talan um tað, sum vit kalla product placement, har vørur gerast partur av søgugongdini í einum filmi, við tí endamálið at skapa uppmerksemi um vøruna. Her skulu vit skapa uppmerksemi um Føroyar, sigur Guðrið Højgaard.
Hon sigur, at tað er ilt at meta um, hvussu stórt lýsingarvirði, filmurin kann fáa fyri Føroyar.
- Tað velst sjálvandi um, hvussu langt hann røkkur. Hann verður undir øllum umstøðum vístur í norðurlondum, men heilt spennandi kann tað blíva, um hann sleppur við til stóru filmsfestivalarnar, so sum Berlin, og serliga um, sum Göran Lindström droymir um, teir megna at fáa eina Oscar-tilnevning aftur, sigur Guðrið Højgaard.
Talan er um fleiri millliónir í stuðuli, sum Visit Faroe Islands saman við øðrum føroyskum fyritøkum og kommunum hevur lagt í verkætlanina; peningur, sum ikki verður vunnin aftur, um verkætlanin rennur út í einki. Tað ræðir tó ikki ferðavinnukvinnuna.
- Vit mugu taka nakrar kjansir av og á. Vit vistu heldur ikki, hvussu SheepView fór at eydnast, men tað hevur gingið nógv betri, enn vit nakrantíð tordu at droyma um. Vit vóna sjálvandi, at søgan endurtekur seg við hesum filminum, sigur hon.
Les meiri um filmin í Sosialinum, sum bleiv borin út í hvørt heim í dag.