Leygarkvøldið 7.juni skipar Frelsunarherurin í Vági og Vágs Kommuna fyri mentanarkvøldi, har filmurin av fimtu akt um Per Gynt verður sýndur. Hettar er um, tá Per Gynt brádliga blívur greiður yvir, at hann hevur livað sítt lív uppá eina lívslygn.
Heimleys leika
Filmurin verður leiktur av dagsins útiliggjara, rúsmissnýtara og eks-missnýtara í Oslo, og eisini Njál Djurhuus, sum kennir hesi væl frá starvi sínum, er við.
Áðrenn sýningina verður greitt frá, og aftaná verður frítt orðaskifti, og í panelinum sita: Halvar Brein, produsentur, Njál Djurhuus, Sølvi Andreasen frá kommununi, Jaspur Vang frá løgregluni, Svein Petersen, fyrrverandi missnýtari, og orðstýrari verður Ben Eli Dam.
Eisinni verður ein drekkamunnur. Øll er vælkomin til eitt ørðvísi kvøld í Frelsunarherinum í Vági, siga fyrireikararnir.