Til í summar var fransmaðurin Dominique Strauss-Kahn stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF og sostatt ein sera týdningarmikil persónur í altjóða búskaparpolitikki. Men so bleiv hann skuldsettur fyri neyðtøku og settur í varðhald í USA og noyddist at siga starvið frá sær. Seinni bleiv ákæran slept, og hann varð latin leysur, men tíðin sum IMF-stjóri var søga.
Nú sigur amerikanski filmleikstjórin Vincent Maraval, at hann arbeiðir við einum filmshandriti, sum byggir á gøluna við Strauss-Kahn. Tað er ikki greitt, hvussu langt ætlanin er komin, men vælvitandi keldur siga, at tann kendi franski filmsleikarin Gérard Depardieu skal hava leiklutin sum Dominique Strauss-Kahn.
Heimasíðan deadline.com veit at siga, at leikkonan Isabelle Adjani skal hava leiklutin sum kona Strauss Kahns, Anne Sinclair. Hinvegin verður einki sagt um, hvør skal hava leiklutin sum kvinnan, ið meldaði fyrrverandi IMF-stjóran fyri neyðtøku á einum hotellkamari í New York.