Filmur um Føroyar og grindadráp fær stóra virðisløn

Hann er ein sterkur og innlivandi filmur um grindadráp, sigur ein limur í dómsnevndini

Filmurin um Føroyar og grindadráp, sum franski leikkstjórin, Benjamin Huguet, hevur gjørt, hevur nú vunnið eina høgt virda virðisløn.

 

Talan er um virðislønina Sheffield Docs Fest Student Film Award!

 

Elin Brimheim Heinesen sigur á Facebook, at hetta ein tann størsta viðurkenning, ein dokumentarfilmur kann fáa.

 

Filmurin er próvtøkuupptøkan hjá Benjamin Huguet á filmsskúla, og hann lýsir grindadrápi frá okkara sjónarmiði.

 

Dómsnevndin heldur, at filmurin er bergtakandi og ein limur í dómsnevndini sigur, at filmurin er ein sjáldsom og innlivandi lýsing av grindadrápi, har dentur verður lagdur á burðardygd í føroyska samfelagnum skrivar National Film & TV School, NFTS, á síni Facebooksíðu

 

Myndin er úr filminum.

 

Trýst annars á pílin mitt á myndini og síggj ein heilt stuttan brellbita úr filminum.