Filmur skal selja Grønland

Ein filmur um eina skíðkapping skal nú fáa útlendsk ferðafólk at koma til Grønlands at ferðast. Filmurin "Our Arctic Challenge" er um eina skíðkapping, sum er á Ammassalik-oynni í Eysturgrønlandi, og filmurin vakti ans, tá hann bleiv frumsýndur í Keypmannahavn fyri stuttum. Millum áskoðararnar vóru sendiharrar úr fleiri ES-londum, og teir vístu filminum stóran áhuga, sigur ferðavinnustjórin í Ammassalik, Anders Stenbakken, við KNR.