Filmur gjørdur um Havnina í 150 ár

26. mai í 1866 var fyrsti fundur hildin í býarstýrinum í Havn. Fundurin varð hildin heima í stovuni hjá Andreas Christian Lützen, sum var fyrsti borgarstjóri í havn.

 

Í sambandi við, at Havnin í ár hevur verið býarstýri í 150 ár er gjørdur filmur um hetta tíðarskeiðið.

 

Stutti filmurin lýsir menningina hjá fólkaræðinum í býnum.

 

Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja filmin, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt