Clint Eastwood, Russel Crowe, Tom Cruise, James Bond og onnur við teimum hava innspælt partar av filmum í Íslandi seinastu árini. Hetta hevur havt sera stóra ávirkan á íslendsku filmsvinnuna har í dag umleið 300 fólk starvast! Ikki er neyðugt at nevna hvussu stóran týdning hetta hevur fyri ma., islendsku ferðamannavinnuna. Og so kann ein spyrja hvussu tað ber til at filmsvinnan er voksin so munandi í Íslandi ? jú, Ísland letur ein studning uppá 10 % av filmskostnaðinum til avvarandi producentar. Hetta verður alt meira vanligt í Skandinavia at kommunur lata studning fyri at tilrekkja filmproducentar vegna tess at spin-off effektin er so stór av filmsídnaðinum, ma., varð stórur partur av Oscar vinnaranum Hævnen hjá Susanne Bier innspældur á Suðurfjónu har kommunarnar árliga lata umleið 10 Mio Kr úr filmsgrunni og er Keypmannahavn eisini við at stovnseta ein stóran líknandi grunn.
Í Havn hava vit – enn - ein sera litlan filmsídnð. Klippfisk og nógv filmsáhugaði ungfólk gera eitt gott arbeiði og tað skulu tey hava stórt rós fyri. Eisini hava vit fleiri talentir sum vit fara at siggja meira til í komandi tíðum bæði sum leikarar, producentar og á upptøkuøkinum.
Tiðanverri er tann studningurin sum verður veittur til hesar kveikjarar ikki meira enn peanuts at rokna og ikki til at liva ella doyggja av. Filmsvinnan verður als ikki tikin í tí álvara sum skal til. Tað skulu aðrar upphæddir til og munandi betur umstøður fyri at vit veruliga kunnu fara undir at fyrireika eina føroyska filmsvinnu.
Tó havi eg ongan iva um at tað ber at byggja upp ein filmsidnað her í Havn sum bæði kann skapa inntøkur og gera sitt til at okkara kreativi ungdomur støðast í Havnini. Við einari føroyskari filmsvinnu fara føroyingar eisini at gera seg nógv meira galdandi uttanlanda, hyggið bara at okkara Olafi og Anniku Johannesen sum øll Havnafolk eiga at vera errin av. Eisini vil ein filmsvinna eggja okkara skrivandi fólki í størri mun at skriva filmshandrit.
Vit í Tjóðveldisflokkinum vilja menna hesa vinnu í nýggja Býráðnum og voni eg at øll filmsáhugaði Havnarfólk fara at stuðla okkum. At áhugin í Havn er til staðar sóðu vit tá Norðurlandahúsið, Birgir Kruse og undirritaðu skipaðu fyri syningum av norðurlendskum filmum í Havnar Bio seinasta vetur, tað var nærum fullsett til hvørja sýning.
Eg skal nevna at eg hava tikið stig til at fáa kenda filmsmannin Peter Ålbæk, stjóra í Zentropa at koma hendavegin í heyst at hava eina workshop. Tiltakið verður lýst í Oktober men kunnu áhugaði longu senda mær ein teldupost á johan_m@olivant.fo
Filmsvinnan er ein av heimsins stóru globalu vinnum har tað eisni er rúm fyri Havnini.










