Stórir møguleikar eru fyri føroyskari filmsvinnu, og áhugin uttanlands fyri føroyskari filmsframleiðslu veksur. Men filmsvinnan fer ikki at vaksa av sær sjálvari, og tí er neyðugt at viljin - og eisini fíggjarligi stuðulin - frá almennu Føroyum verður sterkari. Tað heldur Jón Hammer, ið er ein teirra, ið hevur tikið djørvu avgerðina at stovna egið filmsframleiðslufelag í Føroyum.
– Vit eru í teirri støðu, at vit mugu taka avgerð, um vit skulu halda fast í visiónini. Nú hava vit ment nøkur talent, ið duga at gera spælifilmar, sigur Jón Hammer, sum í Vikuskiftissosialinum greiðir frá nógvu møguleikunum í føroyskari filmsvinnu, og hvat restar í fyri at fáa vinnuna heilt upp at standa.
Les meira um føroyska filmsvinnu í Sosialinum, ið er at lesa á netinum her.