Filmsvinnan kann gerast verulig vinna

Í vikuskiftissosialinum var føroysk filmsframleiðsla viðgjørd í temanum og millum annað vóru samrøður við Jan Berg Jørgensen úr Klippfisk og Birgir Thor Møller um, hvussu føroysk filmsframleiðsla kann menna seg til eina veruliga vinnu.

 

Í dag komu so boð frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, um at eitt føroyskt filmshús verður sett á stovn, í tráð við tað, sum Jan Berg Jørgensen førdi fram, og sum Klippfisk hevur strongt á føroysku myndugleikarnar at gera seinastu tíðina.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum sigur, at hann ivast ikki í, at framtíðin er bjørt hjá føroyskum filmsframleiðarum.

- Filmsvinnan kann menna seg til at gerast ein verulig vinna, sum bæði leggur upp til tað kreativa og búskaparliga í okkum, sigur hann.

 

Fysisku karmarnir um Filmshúsið eru komnir upp á pláss, og Poul Michelsen sigur, at nú er avgjørt, at ábyrgdin liggur hjá Vinnumálaráðnum, tí at hetta skal metast sum ein vinna. Partur av almennu fíggingini kemur tó eisini frá Mentamálaráðnum.

- Filmshúsið fer heilt víst at veita filmsvinnuni umstøður, sum hon ikki hevur havt fyrr. Umframt fígging, so hevur Vinnumálaráðið aðrar hentleikar, sum kunnu koma væl við hjá Filmshúsinum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Umframt Filmshús, hevur Klippfisk eisini heitt á føroyskar myndugleikar, um at seta í verk eina afturberingarskipan eins og grannalond okkara hava, har filmsframleiðarar fáa part av sínum útreiðslum til upptøkur afturbornar, um upptøkurnar verða gjørdar her hjá okkum.

 

Poul Michelsen váttar, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eisini arbeiðir við hesum í løtuni.

- Vit eru í ferð við at kanna, hvussu tað verður gjørt í grannalondum okkara, og so skulu vit avgera, hvør skipan man hóska okkum best. Vit vóna, at vit fáa hana upp á pláss í heyst, so fígging kann finnast til hana á fíggjarlógini, sigur hann.

 

- Eg havi fingið ábyrgdina av økinum nú, og eg ætli mær ikki at sova upp á tað. Filmsvinnan kann lættliga blíva til nakað, um vit satsa upp á tað, sigur Poul Michelsen.