Filmsvinna gevur avkast

Fíggingin til føroyska filmsvinnu frá almennu Føroyum eigur at hækka, tí filmsvinna gevur avkast og skal tí síggjast sum ein íløga heldur enn sum stuðul.

Tað heldur Jón Hammer, sum eigur og rekur filmsframleiðslufelagið Kykmyndir, og sum eisini situr í nevndini í Filmshúsinum.

– Fyri meg, sum arbeiði við mentan, so haldi eg, at mentan hevur eitt virði í sær sjálvum. Fyri onnur, sum ikki eru samd í tí, kann mann siga, at roknistykkini vísa, at fyri hvørja krónu, ið tú letur í stuðli til film, so kemur hon umleið fýra ferðir aftur til búskapin. Tað vísa allar kanningar aðrastaðni, har tey hava stuðul.

Les samrøðuna við Jón Hammer í Sosialinum, ið er at lesa á netinum.