Filmsvinna førd fram í Sjónleikarhúsinum

Eitt álit, sum tekur støði í stóru menningini innan filmsvinnuna í norðurlondunum seinastu 15 árini, verður í morgin lagt fram í sjónleikarhúsinum. Við støði í hesum verður mett um fyritreytirnar fyri eini filmsvinnu í Føroyum Norðurlendsk filmsvinna hevur vakt miklan ans úti í heimi seinastu 15 árini. Ein stór menning á økinum er farin fram í Norðanlondum. Í Føroyum hava vit tó verið eftirbátar á hesum øki, men stórir menningarmøguleikar liggja í filmsvinnu, sum vit í Føroyum eisini kunnu fáa gagn av framyvir, um vit fáa gongd á eina filmsvinnu nú. Filmur sum miðil tænir samfelagnum sum heild, m.a. sum søgulig dokumentatión, og hevur sum so týdning fyri sjálvsfatanina og mentanina, umframt at spennandi vinnumøguleikar eru í filmsvinnuni.

Í fjør skipaði menningarstovan ? við stuðli frá m.ø. Vinnuframagrunninum og ES-stuðulsprogramminum PICYBY ? fyri Norðurlendska Filmsummarskúlanum í Havn. Hetta var eitt 14 daga skeið, har ung úr Føroyum og Norðurlondum arbeiddu við filmi undir vegleiðing frá yrkisfólki innan filmídnaðin í Danmark, Svøríki og Finnlandi.

Ein partur av ætlanini við Filmsummarskúlanum var at skapa íblástur til menning av eini føroyskari filmsvinnu. Tí var tað eisini ein partur av verkætlanini, at tað í hesum sambandi skuldi gerast eitt álit um møguleikarnar fyri at menna film sum vinnugrein í Føroyum.

Mikkjal Helmsdal var verkætlanarleiðari fyri Filmsummarskúlanum. Hann hevur arbeitt við álitinum í heyst og vár. Hóast álitið ikki er heilt liðugt at greiða til prentingar, verður ein ávegis útgáva við fyribils niðurstøðunum løgd fram á samkomu í sjónleikarhúsinum fríggjadagin 15. juni. Her fær landsstýrismaðurin í vinnumálum eisini handað ávegis álitið.

Álitið tekur støði í teirri stóru menningini, sum filmsvinna hevur fingið í teimum norðurlendsku regiónunum seinastu 15 árini, serliga í Svøríki og Íslandi. Við støði í hesum verður mett um fyritreytirnar í Føroyum og boð givin uppá grundgevingar at fara undir ein miðvísan filmspolitik og skilagóðar strategiir í hesum sambandi.

Samkoman í sjónleikarhúsinum byrjar kl. 10 í morgin, fríggjadagin.