Filmsvikan - krás fyri filmsfjepparar

Alla heystfrítíðina verða hópin av dygdargóðum filmum sýndir í Norðurlandahúsinum í sambandi við norðurlendsku filmsvikuna Norðurlendska filmsvikan, sum verða í Norðurlandahúsinum komandi dagarnar, 11.-17. oktober, verður karmur um fleiri enn 40 filmssýningar fyri allar aldurs- og áhugabólkar. Sambært skránni, sum er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo, byrjar og endar filmsvikan við føroyskum filmum. Millum nøvnini finna vit Flippfisk, Heiðrik av Heygum og Ingun í Skrivarastovu, og endabresturin á vikuni verður filmurin um listamannin Tórodd Poulsen ?Ein regla um dagin má vera nokk? eftir Katrin Ottarsdóttir.

Nú filmsvikan er í heystfrítíðini, verða fleiri barna- og ungdómsfilmar sýndir hvønn dag. Í Dansistovuni tveir fittir teknifilmar til tey smæstu, meðan eldru børnini millum annað kunnu njóta Oscar-virðislønta stuttfilmin um Petur og úlvin.

Kvøldini eru ognað teimum vaksnu. Her kunnu vit nevna vælumtókta danska filmin ?Kunsten at græde i kor? og svenska filmin ?Du levande?. Hesin fyrri fekk Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2007 og tann seinni er innstillaður til somu virðisløn.

Í sambandi við filmsvikuna er Norðurlandahúsið og kaffistovan Borðkrókur opin hvørt kvøld til kl. 23.00.

Nøkur av fólkunum handan filmarnar fara eisini at greiða frá um filmarnar.

Fleiri av filmunum eru ókeypis, men til ber at bíleggja sær pláss á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kort til allar sýningarnar fæst fyri 250 kr.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setir norðurlendsku filmsvikuna í Norðurlandahúsinum í kvøld, leygarkvøldið, kl. 19.00.