Jan-Michael Vincent er deyður. Hann gjørdist 74 ára gamal.
Kendur er hann serstakliga fyri leiklut sín sum flogskiparin Stringfellow Hawk í røðini Airwolf.
Hann var serstakliga kendur í sjeytiárunum, tá hann spældi saman við eittnú Burt Reynolds í Hooper og við Charles Bronson í The Mechanic. Í 1981 spældi hann eisini saman við Kim Basinger í filminum Hard Country. Í
Yrkisleiðin innan film byrjaði í 1967 við filminum The Hardy Boys. Vincent gavst við filmsleiklistini í 2009. Eftir hann situr konan, Patricia Ann Christ.