Tað er fyrsta rættarmálið hjá Ruby Baylor. Hann hevur sett alla uppsparingina hjá sær í sína egnu advokatfyritøku, sum hann hevur saman við einum starvsfelaga, sum er dumpaður til próvtøkuna fimm ferðir.
Hinumegin borðið hevur hann eitt stórt tryggingarfelag við royndum, dugnaligum og ógvuliga kostnaðarmiklum løgfrøðingum. Sjálvt um Ruby hevur samkensluna á síni síðu við einum kunda, sum er um at doyggja av krabbameini, so er mótparturin sera dugnaligur til at seinka rættarmálið, leggja forðingar fyri honum við øllum møguligum løgfrøðisligum snildum.
Men Ruby hevur møguleikan fyri at gerast ein »Rainmaker«, tað vil siga ein advokatur, sum dregur eina rúgvu av peningi heim til virki hjá sær. Hetta kann hann bert, um hann megnar at halda høvdið kalt og ikki blívur ásttikin í Kelly, sum verður bukað av manni sínum. Og um hann kann halda skil á, hvat er lógligt, rættvíst ella bara rætt!
Francis Ford Coppola hevur leikstjórnað filmin, sum er bygdur á bókina hjá John Grisham av sama navnið. Matt Damon spælir tann ungi advokaturin, Danny DeVito er vinurin og starvsfelagin, meðan Jon Voight er gløggi mótstøðumaðurin í rættarsalinum.
Claire Danes er Kelly Riker og í øðrum leiklutum síggjast Danny Glover, Mickey Rourke, Roy Scheider og Virginia Madsen.