Filmskapping: Skriva handrit til nýggja stuttfilmsrøð

Tíðindaskriv: Í hesum døgum fyllir kjakið um føroysku filmsvinnu alsamt meira. Filmsgrunnurin er voksin støðugt seinastu árini, og fáa føroyingar um hesa tíð í næsta ári eisini eitt sonevnt Filmshús. Nú ber til hjá øllum at vera við til at gera eina stuttfilmsrøð.


Ein av mongu føroysku verkætlanunum, sum eru í menning, er ein nýggj interaktiv stuttfilmsrøð, sum í dag eisini er kunngjørd sum kapping, ið ber heitið Sjón fyri søgn.
 


- Talan er um eina interaktiva stuttfilmsrøð, har tað er hyggjarin, sum avger, hvat hendir, og verður hon eisini skipað sum ein handritskapping, ið øll kunnu taka lut í - eisini, um ein onki veit um handrit," sigur Torfinnur Jákupsson, framleiðslustjóri.
 


Krøvini fyri at luttaka í kappingini eru trý í tali. Søgan skal vera 3 síður, fevna um tøkni sum tema og innihalda eitt avgerandi persónligt val, sum søgan endar við. Her er ofta lættast, um søgan snýr seg um ein høvuðspersón.
 


Savnaða røðin verður skrivað soleiðis, at hyggjarin fær tveir møguleikar at velja ímillum í endanum av hvørjum parti. Sum eitt telduspæl. Idéin er at fáa so mong ymisk sjónarmið við sum møguligt í savnaðu røðina, ið hevur til endamáls at endurspegla eitt nútímans Føroyar við øllum sínum fyrimunum og vansum. Men søgan kann eisini fevna víðari út um landoddarnar."
 


- Eitt, sum hevur verið áhugavert rák innan film og sjónvarpsrøðir seinastu árini, eins og søgunum, ið vit síggja online, er populariteturin á sonevndum 'bad guys' ella tí ónda. "House of Cards" er eitt dømi um tað. Donald Trump eitt annað. Okkara interaktiva stuttfilmsrøð setur fokus á hetta tvílyndi hjá hyggjarum, og spyr teg sum hyggjara, hvat tú hevði gjørt í somu støðu. Valini, ið tú tekur, tá ið tú situr trygt aftanfyri skermin, koma kanska óvart á teg, sigur Torfinnur Jákupsson.

 


Freistin at lata inn til handritskappingina "Sjón fyri søgn" er 1. septembur 2016. Skriva til info@jakupsson.com um fleiri upplýsingar.