Ger ein film lidnan upp á 48 tímar!
Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 10.-12. november. Filmskappingin er fyri øll - bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka. Sí tiltakið á facebook her: https://www.facebook.com/events/1506068606139393
Vinningurin er eitt gávukort á kr. 10.000 frá ELDING.
Fríggjadagin 10. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina kunngjørt á Reinsarínum í Havn. Tey luttakandi hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguleiki verður fyri at brúka Reinsaríið alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin.
Longdin á filminum skal vera millum 2-5 minuttir.
Onki mark er á útgerðini. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.
Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlfnr. til klippfisk(at)klippfisk.fo ella til facebooksíðuna hjá Klippfisk: https://www.facebook.com/Filmsverkstovan-Klippfisk-434936290009583 Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi svar.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 9. november kl. 21.
Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Tórshavnar kommunu og nýskapanarhúsið Hugskotið.