Tá arbeiðið at byggja eitt risa sjúkrahús í Wuhan í Kina til sjúklingar við corona-virus byrjaði, varð sagt, at sjúkrahúsið skuldi standa liðugt at avhenda eftir bert 10 døgum. Men, í dag - ein dag fyri tíð - stendur sjúkrahúsið longu liðugt og er avhendað.
Í morgin - mánamorgunin - kunnu 1400 heilsustarvsfólk fara til arbeiðis á nýggja sjúkrahúsinum, sum hevur pláss fyri 1000 sjúklingum við corona-virusi. Myndir, sum eru tiknar inni á sjúkrahúsinum, vísa, at eitt nú sengur og CT-maskinur eru upp á pláss.
Tað var júst her í Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina, at corona-virusið tók seg upp, helst á einum marknaðarplássi. Landsluturin er eisini hin harðast rakti, og í kvøld verður sagt, at 9074 fólk eru skrásett smittað, 294 eru deyð, og 215 eru vorðin frísk aftur.
Nýggja sjúkrahúsið í Wuhan er bygt eftir einum modelli av einum sjúkrahúsi, sum varð bygt í kinesiska høvuðsstaðnum - Beijing - í apríl í 2003, og sjúkrahúsið í Beijing viðgjørdi umleið 15 prosent av øllum teimum, sum tá vórðu rakt av Sars-umfarssjúkuni.
##med2##
Sjúkrahúsið, sum nú er bygt í Wuhan eftir minni enn 10 døgum, er á 25.000 fermetrar, og hetta er annað av tveimum sjúkrahúsum, sum er bygt í Kina til burtur av at taka sær av sjúklingum við corona-virusi.
Um hesa leinkju hjá VG sæst filmsbrot av byggingini av sjúkrahúsinum - https://www.vg.no/nyheter/utenriks/i/RRB7JJ/bygget-corona-sykehus-paa-ti-dager
##med3##
##med4##