Filmsýningar í Miðlahúsinum

Forvitnisligur filmur um torvskurð í Húsavík verður sýndur í Miðlahúsinum á ólavsøku, umframt ein film úr Føroyum, sum Miquell Hidalgo gjørdi í sjeytiárunum


Síðani Sosialurin flutti í Miðlahúsið fyri trimum árum síðani, hevur húsið verið opið á ólavsøku, og eldri og forvitnisligir filmar hava verið á skránni.

Soleiðis verður eisini í ár.


Burtur á heiði

Á ólavsøku ber til at leita sær inn í Miðlahúsið at síggja filmin um torvskurð í Húsavík, sum danski læknin Knud Goll og Jákup Andreas Arge gjørdu fyri eini 40 fjøruti, 50 árum síðani.

Filmurin vísir gamla samfelagið við torvskurði, arbeiðið, ið hevði við hetta at gera, og hvussu fólk og umstøður vóru tá. Hetta hevur verið í tøkum tíma, tí torvskurður hevur hesa tíðina verið um at fara í søguna. Fyri stuttum kom eisini bókaverk eftir P.J. Sigvardsen, ið lýsir alstóra týdningin, sum torvið hevði í føroyska samfelagnum, innan føroyingar fóru at nýta oljufýr, fyri at fáa hita.

Knud Goll og Jákup Andreas Arge tóku upp, Heðin Brú skrivaði saman við Valdemar Dalsgarð og fornfrøðingurin Sverri Dahl leggur rødd til. Magnus D. Jacobsen, Magnus á Kamarinum, gjørdi tónleikin. Filmurin er hálvan tíma langur og eitur Burtur á Heiði.


Brúktu ljósmotor

Jákup Andreas Arge sigur, at orsøkin til at teir fóru undir filmin var, at hann vaks upp í Húsavík, tí tey fluttu suður í 1940. Tey brúktu torv í Húsavík. Seinni hitti hann Knud Goll, tá grundarsteinurin til Landssjúkrahúsið varð lagdur.

Teir vóru báðir áhugaðir í filmframleiðslu. Teir gjørdu ein film í felag, ið nevndist Føroyar í Dag, og samdust síðani um at gera filmin um torvarbeiði.

- Uttan Goll hevði ongin filmur verið. Og sjálvandi eiga øll tey mongu úr Dali og Húsavík størtsa heiðurin, sigur Jákup Andreas Arge.

- Eg haldi tað var fyrst í sekstiárunum, at vit gjørdu filmin. Øll tey, sum eru við, hava verið við í torvarbeiði. Eg minnist, at vit brúktu ein ljósmotor, tá vit gjørdu filmin, tí onki ljós var í Húsavík tá. Tað kom um hesa tíðina, men eitt sindur seinni, sigur Jákup Andreas Arge, ið minnst, at í Húsavík livdu fólk av tí, ið var innangarðs.

Hann leggur afturat, at í hansara tíð í Húsavík brúktu fólk torv, men summi fingu kol úr Hvalba, men hetta var bert nýtt, tá okkurt heilt serligt skuldi bakast, kanska til jóla.


Føroyafilmur

Filmar eru tiknir upp í Føroyum millum ár og dag og eru frílkar lýsingar av samfelagnum og tí menning, ið er farin fram. Enn ein eldri filmur úr Føroyum er á skránni í Miðlahúsinum á ólavsøku.

Hetta er ein føroyafilmur. sum Miquell Hidalgo gjørdi í sjeytiárunum, verður sýndur í Miðlahúsinum á ólavsøku. Filmurin er áhugaverdur og m.a. eru nógvar ólavsøkumyndir í filminum. Filmurin er 19 minuttir langur.