hugsaði seg ikki nóg væl um, tá hann tann 1. juni neyðtók eina 16 ára gamla gentu í býnum Namdal. Eitt var, at hann neyðtók gentuna, men tá gentan meldaði tilburðin, og løgreglan fór at vitja mannin, funnu løgreglumenninir eina sjónbandsupptøku, sum maðurin hevði tikið av neyðtøkuni. Sjónbandið vísti, at gentan royndi at berjast við mannin, men at hon var ov drukkin til at gera nakra veruliga mótstøðu.
Sjónbandi varð nýtt sum prógv í rættinum, sum eftir lítlari løtu dømdi mannin sekan. Hann skal nú sita tvey ár og fimm mánaðir í fongsli.