Tríggir nýggir Pink-filmar hava premieru á Portalinum í dag. Millum kl. 15-17 ber til at sms?a inn og atkvøða fyri besta filminum - og minnist eisini til poppandi kornið.. Seinnapartin í dag fara Pink-genturnar at kanna, hvussu spennandi og avbjóðandi tað er at gera film. Sendingin fer at snúgva seg um filmsumhvørvið í Føroyum, og um hvørjir møguleikar eru. Eisini fara vit at hoyra um eina nýggja og sera forkunnuga verkætlan, sum er á gáttini.
- Vit hava gjørt tríggjar herligar films-sketchir, sum lurtararnir kunnu atkvøða fyri saman við Jákupi Veihe og Andrias Høgenni, sum eisini vera í studio í morgi, siga tær. Smáu filmarnir við Pinkgentunum liggja undir Kykmyndir á Portalinum herundir, og til ber at atkvøða fyri bestu sketchuni við at sms?a á 559999 millum kl. 15-17 í dag.
Lurta á Rás 2 í dag kl. 15-17.