Karstin Hansen hevur seinastu dagarnar verið mest umtalaði fótbóltsspælarin í føroyskum fótbólti. U21 landsliðsmálverjin, sum eisini verjir málið hjá NSÍ, var íblandaður, tá Andreas Lava Olsen fekk beinleiðis reytt kort í næstseinasta umfari í landskappingini í fótbólti, men gjørdi síðani ein feil á sosialu miðlunum.
Síggj hendingina við at trýsta á pílin á myndini
Móti dystarenda bresta hann, Andreas Lava Olsen (Víkingur) og Per Langgaard (NSÍ) saman, sum eisini sæst á sjónbandabrotinum omanfyri. Tað eru fleiri meiningar um hvat hendi, og um reyða kortið til Andreas Lava Olsen var í ordan.
Eftir dystin legði Karstin Hansen eina mynd út á Instagram, har hann millum annað brúkti sokallaði hashtags og skrivaði millum annað #film og #skeytátað. Hetta hevur fingið øði í fólk og nú hevur málverjin so skrivað eina viðmekring eitt kjak á Facebook-bólkinum “Fótbóltskjak”. Har skrivar hann:
- Eg eri keddur av at hatta er komið sodan út, men eg má siga at film er hatta ikki, men hatta var meint sum ein joke. Øll, sum hava hugt eftir video'inum, eiga at síggja at tað ikki er film, men eg eri keddur av at hatta er komi út sodan, og at eg burdi orðað hatta upp á ein annan máta, skrivar Karstin Hansen og heldur fram.
- So kann eg eisini siga at eg fekk mest ilt tí eg smekkaði høvdið niður í vøllin og havi framvegis ilt í nakkanum og allanvegin niður í ryggin av hasum slagnum! Vóni vit øll bara kunnu droppa hatta, tí hatta var meint sum skemt og ikki nakað annað, sigur Karstin Hansen at enda.
NSÍ vann dystin 2-1 og úrslitið gjørdi, at FM-veitslan hjá Víkingi er útsett til komandi vikuskiftið.