Fillon skal skipa stjórn

Vælvitandi keldur siga, at Francois Fillon verður forsætisráðharri í Fraklandi.

Nývaldi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, fer at tilnevna nýggjan forsætisráðharra, og sambært vælvitandi keldum verður tað Francois Fillon. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times.

Fillon hevur fyrr verið ráðharri í almannamálum, og longu undir valstríðnum upp undir forsetavalið ljóðaði, at hann bleiv forsætisráðharri, um Sarkozy vann forsetavalið.

Sarkozy heldur í løtuni frí á Malta, og hann verður ætlandi settur í forsetaembætið tann 18. mai.