Á Filipsoyggjunum fara tey nú at lata landamørkini upp aftur, eftir at mørkini hava verið stongd í næstan tvey ár í royndini at minka um útbreiðsluna av koronu.
Hetta merkir, skrivar tíðindastovan NTB, at fólk í 156 londum nú fáa høvi at vitja aftur á Filipsoyggjunum - treytað av, at tey, sum ætla sær til landið, eru liðugt koppsett móti covid-19.
Myndugleikarnir á Filipsoyggjunum siga sambært NTB, at landið verður latið upp aftur fyri ferðafólki frá 10. februar at rokna, og hetta fevnir um fólk í øllum londum, sum áður høvdu visum til oyggjarnar.
Avgerðin hjá myndugleikunum merkir, at fólk í flestu evropeiskum londum aftur kunnu fara hagar at vitja.
- Ferðavinnan kann nú endurbyggjast og kann aftur gerast eitt munandi búskaparligt íkast, sigur Karlo Nograles, talsmaður fyri forsetan á Filipsoyggjunum.
##med2##











