1 høsnarungi
1 tsk av frískum hakkaðum ingifer
4 tsk av karry
3 fet av hvítleyki
2 leykir
1 terningur av høsnarungabuljong
100-130 g kokosnøtamjólk (í blokki)
0,5 dós av ananasbitum og saftin av uml. 0,5 dós
3 gularøtir
3 eplir
pipar
salt
ketchup
Mannagongd: Brasa hvítleyk, leyk, ingifer í olju. Koyr karry í, og lat alt hetta svitsa eina løtu.
Sker høsnarungan í fýra bitar, og reinsa hann væl. Koyr síðani høsnarungan í grýtuna og lat simra eina løtu í blandingini.
Síðani koyrir tú høsnarunga-buljong í, og uml. 0,5 l av vatni. Somuleiðis koyrir tú ananas-saftina,ananas-bitarnar og ketchupi í.
Flys eplini og gularøturnar og sker tey sundur í bitar. Koyr tey í saman við høsnarunganum. Lat kóka í uml. 45 min. ella til høsnarungin er leysur av beinunum.
Smakka rættin til við salti og pipari.
Et rís afturvið









